Bøkur.fo

Sosialur lesnaður og ummæling

Decentralized

Friendly

Anti-Corporate

BookWyrm logo

Tosa um bøkur, fylg við tínum lesnaði og finn útav, hvat vinir tínir lesa, alt eftir tínum egnu treytum.

Bøkur.fo hevur ikki lýsingar, er anti-vinnu og desentraliserað. Tú kanst ómakaleyst fylgja við og samskifta við brúkarum á øðrum BookWyrm ambætarum, og eisini á tænastum sum Mastodon.

Code of Conduct

Atferðarreglur

Bøkur.fo er vil veita eina ágangsfría uppliving til øll. Vit tola ikki ágang móti fólk á nakran hátt. Hesar atferðarreglur fylgja tætt æt https://bookwyrm.social/conduct.

Umsitarin av Bøkur.fo er Sigmundur Mørkøre, sum kann finnast á síðuni sum @sigmundur@bokur.fo ella við telduposti á samband@morkore.fo.

Hesar atferðarreglur eru galdandi allastaðni á Bøkur.fo, eisini almennar rásir, privatar rásir og beinleiðis boð, bæði online og offline. Øll sum bróta hesar atferðarregulur kunnu verða revsað ella burturvíst frá tænastuni, alt eftir meting frá umsitarinum.

Sløg av ágangi

Her eru nøkur sløg av ágangi ið Bøkur.fo ikki góðtekur. Listin eru ikki fullfíggja, men bert nøkur dømi.

  • Ágangandi viðmerkingar, sum hava við kyn, kynsligan samleika og úttryk, kynsliga orientering, brek, sálarsjúku, neuro(a)typiskt, kropsliga útsjónd, kropsstødd, rasu, tilflytarastøðu, átrunað ella annað samleikamerkið, at gera. Hettar fevnir eisini um anti-upprunafólk/innføtt og anti-svart.
  • Óvantaðar viðmerkingar viðvíkjandi lívsstílsvali og siðvenju hjá einum persóni, eisini tær, sum hava við mat, heilsu, uppaling, rúsevni og arbeiða at gera.
  • Tilætla miskynsgering ella nýtsla av "deyðum" ella noktað nøvnum.
  • Ógrundað ella "off-topic" kynsligar myndir ella atferð á tænastuni, hvar myndurnar ikki eru hóskandi.
  • Fysiskt samband og talgild "fysiskt" samband (t.d. tekstligar lýsingar sum "klemm" ella "kela") uttan samtykki ella eftir áheitan um at steðga.
  • Hóttanir um harðskap og eggjan til harðskap móti einum og hvørjum einstaklingi, herundir at eggja einum persóni til at gera sjálvmorð ella sjálvskaða.
  • Tilætlað hóttan
  • Tráelta
  • Ágangandi myndir ella upptøkur, herundir at skrivað niður virksemi á netinum við ágangsendamáli
  • Varandi órógv av kjáki
  • Óvæntað kynsligt uppmerksemi
  • Mynstur av óhóskandi sosialum sambandi, so sum at biðja/átaka sær óhóskandi stig av intimeiteti við onnur
  • Framhaldandi ein-til-ein samskifti eftir áheitanir um at steðga
  • Tilætlað "outing" av nøkrum parti av samleikanum hjá einum persóni uttan teirra samtykki, uttan so at tað er neyðugt fyri at verja fólk móti tilætlaðum misnýtslu.
  • Útgeving av ikki-ágangandi privatum samskifti
  • Skemt sum líkjast omanfyristandandi, so sum "hipster rasisma", er enn ágangur sjálvt um teir eru meintir satiriskt ella ironiskt.
  • Mikroaggressiónir, sum taka formi av gerandisligum skemti, niðursetingum og háðlingum, sum breiða eyðmýkjandi kenslur til fólk úr marginaliseraðum bólkum.

Umsitararnir fara ikki at gera nakað við klagum viðvíkjandi:

  • "Umvend"-ismur, herundir "umvend rasisma", "umvend sexisma" og "cisfobi".
  • Rímiligt samskifti um mørk, so sum "lat meg vera", "far burtur" ella "eg tosi ikki um hetta við teg."
  • At samskifta í einum "tóna", sum tú ikki heldur vera hóskandi
  • Kritikkur av rasistiskari, kynsligari, cissexistiskari ella á annan hátt kúgandi atferð ella fortreytir.

Fráboðan

Um tú verður álopin av einum limi á tænastuni, legg til merkis, at onkur annar verður álopin, ella hevur onnur viðurskifti, so set teg beinleiðis í samband við ein umsitara (upplýst ovast í hesum skjalinum).

Umsitararnar tilskila sær rættin at útihýsa fólki frá tænastuni grundað á teirra atferð fyrr, herundir atferð uttanfyri tænastuni og atferð mótvegis fólki, sum ikki eru á tænastuni. Vit fara ikki at nevna ágangsoffur uttan teirra játtandi samtykki.

Avleiðingar

Limir, sum verða bidnir um at steðga nakrari ágangandi atferð, væntast at steðga beinanvegin. Um ein limur ger ágangandi atferð, kunnu umsitararnir gera øll tiltøk, sum tey meta vera hóskandi, upp til og íroknað burturvísing úr allar partar av Bøkur.fo og eyðmerking av limi sum ágangandi mótvegis øðrum Bøkur.fo limum ella tí almenna.

Umsitararnir tilskila sær rættin til at dagføra atferðarreglurnar til eina og hvørja tíð eftir egnum ynski. Dagføringar av atferðarreglurnar verða miðlaðar til brúkarar umvegis tænastuni. Um tú hevur nakrar spurningar um ella uppskot til atferðarreglurnar, vinarliga set teg í samband við ein umsitara umvegis DM.

Loyvi

Hettar varð lagað eftir "LGBTQ in Tech Code of Conduct" og er tí undir einum Creative Commons Zero loyvi, sum merkir, at innihaldið er í tí almenna.